Kendur danskari syngur um bragdið hjá Ova Joensen

Ove Joensen, sum róði úr Føroyum til Danmarkar, er ikki gloymdur

Ein av kendu donsku tónleikarunum, Arne Wurgler, hevur nú gjørt sína egnu fagnaðarkvøðu til nólsoyingin, Ova Joensen og bragd hansara, tá ið hann róði úr Føroyum til Danmarkar.

 

Tað ger hann, nú hann í dag gevur nýggja fløgu út í sambandi við, at hann fyllir 70.

 

Trýst á youtube leinkjuna og hoyr lagið.