Kendur danskari mynstrar við Norrønu

Á jólatúrinum hjá Norrønu verður tað eingin annar enn skemtingarsami, danski journalisturin, Anders Lund Madsen, sum verður bingovertur

 Á jólatúrinum hjá Norrønu síðst í november í ár fer eisini ein kendur danskari at mynstra við.

 

Tað er kendi danski journalisturin, Anders Lund Madsen, sum verður við á ferðini úr Hirtshals til Havnar.

 

Anders Lund Madsen er mest kendur sum sermerktur sjónvarpsvertur í stuttligum, men kortini djúphugsnu sendingum í danska kringvarpinum.

 

Men nú fer hann so at royna seg sum bingovert umborð á Norrönu.

 

Smyril Line sigur, at hann hevur lovað ferðafólkunum eitt øðrvísi bingospæl, enn tey eru von við.

 

Umframt bingo verður eisini nógvur dansur á ferðini, og dansitónleikinum stendur bólkurin, Rox, fyri.