Føroyingar kunnu nú gleða seg til at uppliva kenda danska skemtaran, Andreas Bo, á palli í Føroyum. Eingin dugir sum Andreas Bo at herma eftir kendum persónum.
Hann gjørdist kendur í 2010 í sendingini Live fra Bremen á TV2, har hann hermdi eftir Kim Larsen og Thomas Blachmann o.ø. Árini frammanundan var hann við í fleiri í skemtileikum í stóru donsku leikhúsunum. Andreas Bo var í 2011 kosin Ársins sjónvarpssjónleikari og Ársins skemtari av TV Zulu.
Í síni framførslu fer Andreas Bo væntandi at hava brot út FIFTI-FiFTI sýningini við, umframt annað tilfar og møguliga okkurt við íblástri úr Føroyum.
Andreas Bo hevur altíð sera gott samband við áhoyrararnar, og tað gongur mangan við rúkandi ferð. Tað verður í øllum førum skemt á hægsta stigi í Hoyvíkshøllini.
John Andersen, sum m.a. er kendur frá 4 fýrum, verður vertur hetta kvøldið.