Kendur dani frá YouTube skal undirhalda føroyskum børnum

30. mars - 7. apríl verður barnafestivalur í Norðurlandahúsinum.

Í 10 dagar hvørt ár eiga børnini Norðurlandahúsið. Barnafestivalurin er fastur táttur á várskránni hjá føroya fremsta mentanarhúsið, og er uttan iva eitt av hæddarpunktunum á árinum hjá nógvum barnafamiljum, skúlum og dagstovnum. Uml. 6.000 børn vitja barnafestivalin hvørt ár fyri at uppliva føroyska, norðurlendska og altjóða list og mentan.

 

Skráin í ár er sum altíð sera fjølbroytt. Føroya Symfoniorkestur spælir tónleikaævintýrið Veiða Vind, heimskenda Cirkus Cirkør vitjar við sýningini Bagage, Marionetteatern úr Svøríki spælir pinkubarnasjónleikin Da-da-da, og vit fara øll at dansa saman til Danceoke.

 

Størsta stjørnan, sum vitjar festivalin, er uttan iva ungi danski youtube-arin Rasmus Brohave, sum fer at siga frá sínum lívi og leiðini frá at vera ein erkvisin drongur úr Svendborg til at vera eitt ”internetfenomen”.

 

Ein onnur ung stjørna, sum vitjar, er 15 ára gamli rapparin MachoMayne úr Noregi. Hann kemur til Føroya við sínum kulu rútmum og tekstum eftir fleiri konsertir á stórum festivalum í Noregi. 

 

Listin hjá børnunum sjálvum skal sjálvandi eisini hava nógv pláss á skránni fyri barnafestivalin. Framsýningin ”List sum kann etast” er við listaverkum, sum pinkubørn hava málað. Ungar stjørnur spæla konsert og ungir dansarar luttaka til setanina. Eisini verður eitt barnabókasavn við bókum, sum børn hava skrivað og gjørt. Øll børn í Føroyum eru boðin at skriva bøkur til bókasavnið.

 

Fleiri verkstovur eru á skránni, m.a. ein listaverkstova til pinkubørn og ein ritiverkstova, har børn kunnu læra at gera telduforrit.