Kendur dómari vitjar

Síðst í hesum mánaðinum fer kendi hollendski dómarin, Mario van der Ende, at hava skeið fyri føroysku fótbóltsdómarunum.

Vikuskiftið 25. - 27. februar verður sonevnt úrmælingadómaraskeið í Havn. Skeiðið er fyri allar dómarar og linjudómarar í Føroyum, og tað verður kendi hollendski dómarin Mario van der Ende, sum fer at hava størstan partin av skeiðinum.
Mario van der Ende er ein tann kendasti dómarin í evropeiskum toppfótbólti seinnu árini, og hann hevur dømt bæði í EM- og HM-endaspølum, umframt at hann hevur dømt finalur í europeiskum kappingum.
Skeiðið er ein liður í fyririeikingunum til komandi kappingarár hjá teimum føroysku dómarunum, sum eisini fara at hava sín aðalfund í sambandi við skeiðið.