Nú fækkast í flokkinum millum teirra, sum vóru til staðar, tá Beatles gjørdu síni undurverk í upptøkuhølunum
Geoff Emerick var tøkningur, tá The Beatles gjørdu nakrar av sínum upptøkum, ið komu í rocksøguna, tí tað var her tað byrjaði, hetta at bólkar ikki bara spældu og tóku tónleikn upp, men hinvegin fóru at arbeiðs við øllum teim møguleikum, sum nýggj tøkni gav í upptøkuhølunum.
Talan er um útgávur sum Sgt. Pepper, Revolver og Abbey Road.
Emmerick doyði herfyri, 72 ára gamal.
Hann var bert 16 ára gamal í 1962, tá hann fyrstuferð arbeiddi saman við The Beatles, og hann var júst byrjaður sum hjálpari í EMI Studios, ið seinni gjørdist Abbey Road. George Martin, kendi Beatles framleiðarin, heiti í 1966 ítøkiliga á Emerick um at vera ljóðtøkningurin, ið tók sær av The Beatles.
Lena Anderssen og maður hennara, guitarleikarin Niclas Johannesen, hava tikið upp í Abbey Road, og í gjár skrivaði Lena á sínum FB vanga millum annað:
Blessed to work with this pioneer and legend earlier this year. A beautiful soul who engineered and shaped some of the best music that has ever been recorded. We’re all gonna miss you, Geoff.
Við hesum orðum legði Lena eisini eina mynd av teimum baðum í kendu upptøkuhølunum.