Tann 20. september doyði kendi enski barnabókahøvundurin John Cunliffe.
John Cunliffe starvaðist sum lærari og bókavørður, men hann gjørdist kendur høvundur, tá bøkurnar um postmannin Per komu út, ella Postman Pat, sum tær eita á enskum, og á donskum Postmand Per. Á føroyskum Pedda Post. Hetta var í 1981.
John Cunliffe hevur skrivað nógvar bøkur til børn, og onkur kennist kanska eisini við Rosie and Jim. Í 2010 skrivaði hann Ghosts - ein barnasøga, ið var ein bók, ið var gjørd til at lesa á teldli.
Í alt útgav Cunliffe eini 190 bøkur.
John Cunliffe gjørdist 85 ár.