Leygardagin 23. januar vitjar amerikanski kjakarin, gudfrøðingurin og akademikarin Dr. Michael Brown Føroyar.
Fyrireikararnir skriva í tíðindaskrivi, at Dr. Brown er ein av teimum størstu forsprákarunum fyri siðbundna hjúnabandinum og hevur skrivað nógvar bøkur um evnið.
Fyrsta tiltakið við Dr. Brown er leygardagin 23. januar, tá skipað verður fyri einum kjaktiltaki. Kjakast verður um uppskotið um broyting av hjúnabandslógini. Ætlandi er at hava eitt pallborð, ið verður mannað av Dr. Michael Brown og tveimum opponentum og fer at snúgva seg um samfelagsligu ávirkanini av einari tílíkari lógarbroyting.
Luttakararnir fáa 4 min. í part at greiða frá sínum sjónarmiðum og síðani byrjar kjakið.
Tað eru Ung fyri Miðflokkin, Høgni Johannesen og Rani A. Skaalum, ið skipa fyri vitjanini hjá Dr. Michael Brown.

Kendur amerikanskur kjakari til Føroya















