Kendu seg ikki tryggar

Hóast tað at síggja til tóktist, sum hevði HB tamarhald á støðuni allan seinna hálvleik, so helt Emil N. Leifsson ikki, at teir kendu seg heilt tryggar við støðuna.

- Skála roynir alla tíðina at spæla við, og tí koma teir eisini til sínar kjansir. Ikki fyrr enn vit skora til 3-1, anda vit nakað lættari, men tá minka teir so alt fyri eitt um munin aftur. Tíbetur megna vit so kortini at avgera alt, soleiðis at talan gjørdist um ein ruddiligan sigur.

Og hvat skal til hjá tykkum, um slíkt spæl og slík úrslit skulu koma í hvørjum dysti, heldur enn øðrum hvørjum?

- Hart arbeiði. Vit hava sveiggjað alt ov nógv, og skal tað steðga, so skulu vit til at arbeiða betri í hvørjum tí einasta dysti, helt Emil.