Ein av mest týðandi spælarunum á vinnandi HB-liðnum mikukvøldið var Ólavur S. í Ólavsstovu, sum eisini var liðskipari.
Hóast HB gjøgnumgangandi var betra liðið í finaluni, so ásannaði Ólavur, at tað eina løtu í seinna hálvleiki stóð heilt nógv á.
- Vit leggja okkum kanska ótilivitað dekan ov langt aftur á vøllin, og so koma vit undir trýst.
Var tað kanska eisini, tí tit kendu tykkum vísar í sigrinum eftir fyrra hálveik?
- Avgjørt ikki. Vit vistu, at KÍ vildi gera alt, sum stóð í teirra makt, fyri at vinna dystin. So um vit bakkaðu, so var tað heilt víst, at teir fóru at trýsta seg frameftir. Tá teir so eisini skora til 1-2, verða vit rættiliga nervøsir, og tí var triða málið ein øgiligur lætti at fáa, staðfesti Ólavur.
Hetta var annars næsti harði dysturin upp á bara fimm dagar hjá Ólavi. Leygardagin spældi hann 90 minuttir, tá HB tapti tepur fyri FC Dinaburg, og sunnudagin er grannauppgerð í Formula-deildini móti B36 á skránni. Men hóast hann kanska tóktist dekan tungur móti dystarenda mikukvøldið, so helt hann ikki, at hetta fór at nerva til sunnudagin.
- Ein dyst móti B36 er mann altíð klárur til. Talan er um grannauppgerð, og tað ger altíð, at tú ert eyka uppsettur, ljóðaði svarið, áðrenn hann aftur fór yvir til liðfelagarnar.