Tann óvanliga harði jarðskjálvtin úti fyri strondini í Kili hevur gjørt sera stóran skaða. Í høvuðsstaðnum Santiago eru nógvir bygningar og nógvir vegir oyðilagdir. Eygnavitni hava greitt frá, at fólk tustu út á gøturnar í Santiago og øðrum býum, og at fleiri kyndu sær bál í gøtunum fyri at fáa hita.
-Alt, sum stóð leyst inni í húsunum, datt niður. Tað var ræðandi og kendist sum heimsins undirgangur, sigur ein maður í Santiago við kilska sjónvarpið.
Myndugleikarnir siga, at í minsta lagi 122 fólk eru deyð.
Jarðskjálvtin hevur sent flóðaldu út um alt Kyrrahavið, og myndugleikar í øllum londunum í økinum hava ávarað fólkið.