TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis úr Pristina í Kosovo, har hann prátaði við liðskiparan hjá føroyska landsliðnum, Atla Gregersen sum saman við liðfeløgunum tapti 0-2 ímóti Kosovo á øðrum dystinum í Nations League Deild 4 bólki 3.
Atli Gregersen samanbar kensluna hann hevði við ein dag har hann fer at skjóta harur, og fær ikki eina tí einastu haruna.
Atli Gregersen staðfestir, at Kosovo var betra liðið, men hann heldur, at við nærlagni og stríðsvilja hevði føroyska liðið kunnað stríðst seg fram til ein 0-0 javnleik, ið hevði verið eitt framúr gott úrslit.
Atli lovar bót til bata, og hann slær fast, at liðið fer at reisa seg til heimadystirnar ímóti Aserbadjan og Kosovo 11. oktober og 14. oktober.










