- Hetta var eitt heilt ótrúligt upplivilsi. Vit eru undir alstórum trýsti móti heimsins bestu leikarum, og tá er tað sera torført at koma inn, men tað tekur onki frá hesum fantastiska upplivilsinum. Tað føldist veruliga gott, segði Rókur av Fløtum Jespersen eftir sína debut á føroyska a-landsliðnum.
- Eri sera glaður fyri tað løtuna, eg fekk. Man vil altíð spæla so nógv, sum man kann, men hetta er mín fyrsti landsdystur, so eg eri nøgdur við tað tíð, eg fekk í dag.
- Tað var øðiliga torført at spæla í dag, og tað vísir seg, at vit ikki raka dagin sum lið, og teir gera tað, so er eyðsæð at munurin er so stórur á amatørunum úr Føroyum og heimsklassa spælarum úr Fraklandi, segði hann eftir dystin.