Kendir vinmenn borðreiða við hemara

Fríggjadagin fara tríggir forvitnisligir menn at borðreiða við forvitnisligum mati

 

Eitt skeinkistað í Vágsbotni verður í vikuskiftinum karmur um eitt ørðvísi mattiltak. Ì desembur fór Sunneva H. Eysturstein, sum eigur og rekur Sirkus Føroyar, undir at bóka kokkar at gera mat til gestirnar. Bæði útlærdir kokkar og matentusiastar annars hava borðreitt í desembur og januar, og nú verða tað tríggir matglaðir vinmenn, ið fara at kokkast.

 

Tað eru Andrew av Fløtum, Jan Lamhauge og Mikael Blak sum flest munnu kenna úr ávikavíst fótbólti, miðlum og tónleiki.

 

- Vit hava leingi gjørt mat til veitslur og annað, men tað er serliga, síðan vit blivu grannar, at tað er vorðið ein traditión at gera mat, sigur Mikael Blak við Sirkus Føroyar á Facebook. Teir tríggir hava kenst síðani tannárini og hava seinastu árini verið grannar, skrivar Sirkus eisini á Facebook.

 

Asiatiskan íblástur

 

Teimum trimum dámar væl at royna mat úr øllum heimspørtum, og eftir matskránni at døma verður íblásturin heintaður úr Japan fríggjakvøldið. Teir fara nevniliga at borðreiða við hemarabúffum, vasabiróma, teriyakisós, japonskum eplasalati og asparges.

 

Hetta er 9. ferð at Sirkus Føroyar skipar fyri mattiltakinum, sum tey kalla Bukkakokk.

 

Kelda: Sirkus Føroyar á Facebook

Mynd: Sirkus Føroyar