Kendir sjónleikarar vitja Alzheimerfelagið

Lisbet Dahl og Jesper Langberg frá sjónvarpsrøðini ?Sommer? vitja Alzheimerfelagið í sambandi við aðalfundin á Hotel Føroyum í morgin leygardagin 5. apríl. Skráin fyri fundin verður henda:

Kl. 15.00: Aðalfundur við skrá sambært viðtøkum felagsins

Kl. 16.00: Sofus Joensen, psykiatari og næstformaður felagsins, greiðir frá tí, ið hendir í heilanum í sambandi við demenssjúkur og sostatt broytir atburðin, ið er so trupult at skilja hjá tí sjúka, hjá teimum avvarðandi og hjá umhvørvinum yvirhøvur.

Síðan fara Lisbet Dahl og Jesper Langberg at siga frá, hvussu tey fyrireikaðu seg til leiklutirnar sum alzheimersjúklingur og sum avvarðandi. Høvi verður eisini at seta teimum spurningar.

? Møguliga framføra tey okkurt brotið úr ?Sommer?.

Í steðginum millum aðalfundin og fyrilesturin er kaffi og køka at fáa.

Limir 50 kr., onnur 100 kr., íroknað kaffi og køku. Øll eru vælkomin