Kendir listamenn sýna fram í Havn

Í dag letur upp framsýning í Perluni í Havn

Seinnapartin í dag letur framsýning upp í Perluni í Havn. Fýra kendir listamenn fara at sýna verk fram.

Arnold Vegghamar, Brandur Patursson, Kári Svensson og Eyðun av Reyni hava málningalist og glaslist á framsýningini.

– Endamálið við framsýningini er at gera tað lættari hjá føroyingum at keypa føroyska list – og samstundis gera tað lættari hjá føroyskum listafólkum at selja sína list. Og her eru karmarnir í Perluni perfektir – mitt í miðbýnum í Havn, siga fyrireikararnir um framsýningina.

Fernisering verður í dag kl. 16:00. Framsýningin hevur opið um vikuskiftið.

##med2##

##med3##