Tað er hjá nógvum kendum fótbóltsleikarum, at sáttmálarnir ganga út í summar, og sum framvegis ikki hava longt við teirra núverandi felag, og tískil, sum støðan er í løtuni, kunnu skifta púra ókeypis til onnur feløg.
Ímillum teir mest umbidnu munnu vera miðvallararnir báðir, Ander Herrera hjá Manchester United og Adrien Rabiot hjá PSG, men eisini aðrir kendir menn so sum Gianluigi Buffon og Franck Ribery gerast sáttmálaleysir í summar.
SkySports hevur sett eitt lið saman av leikarum, sum í løtuni eru uttan felag í summar. Liðið, sum má sigast at vera eitt av teimum heilt stinnu, sæst á myndini omanfyri, men eisini eru tað aðrir frægir leikarar, ið hava ein sáttmála, sum gongur út í summar:
Málverjar
Gianluigi Buffon (PSG)
Heurelho Gomes (Watford)
Artur Boruc (Bournemouth)
Adrian (West Ham)
Michel Vorm (Tottenham)
Verjuleikarar
Gary Cahill (Chelsea)
Phil Jagielka (Everton)
Christian Fuchs (Leicester)
Antonio Valencia (Manchester United)
Dani Alves (PSG)
Alberto Moreno (Liverpool)
Stephan Lichtsteiner (Arsenal)
Diego Godin (Atlético Madrid)
Miðvallarar
Santi Cazorla (Villarreal)
Franck Ribery (Bayern Munchen)
Ryan Babel (Fulham)
Áleyparar
Andy Carroll (West Ham)
Fernando Llorente (Tottenham)
Peter Crouch (Burnley)