Tiltak
Felagsheitið fyri tiltakið í Fríðrikskirkjuni er 7-lestra sanggudstænasta.
Av Toftum verður sagt, at á skránni hjá kórinum hendan dagin eru bæði føroyskir og útlendskir jólasálmar - og hetta eru kendir jólasálmar, verður lagt aftrat.
Kórið hevur ætlanir um at fara til Íslands í mai 2006, og venjingarnar til ferðina eru byrjaðar. Okkurt av tí, sum vant verður í hesum sambandi, verður eisini framført sunnudagin.
Solosangur verður eisini á skránni.
Eyðbjørg Hansen fer at framføra nakrar Ariur úr "Messias" av Hãndel, við klaverfylgispæli av Martin R. Jacobsen, presti.