(Ó)kendi Keypmannahavn

Sightseeing, shopping, søvn, slott, spa, strendur, sýningar, náttarlív, tónleikalív, mentanarlív, matur og drekka... Hóast tey flestu hava verið í Keypmannahavn ofta, so eru møguleikarnir óendaligir, og um tú leggur í, finnur tú okkurt nýtt og spennandi at uppliva hvørja ferð, tú vitjar

Tey flestu hava verið so ofta í Keypmannahavn, at tey hava fingið sær vanar. Tær somu stuttleikaparkirnar verða vitjaðar, tær somu matstovurnar verða nýttar, tær somu handilsgøturnar gingnar og upplivingarnar eru tí tær somu, sum altíð. Tað kann saktans vera gott. Men tað er í grundini synd ikki at gera sær dælt av øllum tí margfeldni, sum Keypmannahavn hevur at bjóða.

Eitt tað besta við at ferðast er, at tú tá hevur møguleika at royna okkurt nýtt. At lata teg taka á bóli og víðka sjónarringin. So hví ikki taka av møguleikanum, tá tú allíkavæl fert avstað?


Nakað fyri øll

Kanska skalt tú seta tær fyri at royna okkurt nýtt, næstu ferð, tú kemur til Keypmannahavnar. Hvat við einum túri í operahúsið ella í teatrið? Ella hvussu við at hyggja at einum HM-fótbóltsdysti á stórskermi á Ráðhúsplássinum í summar? Ella at uppliva eina av konsertunum við stórum tónleikanøvnum? Ella hvat við veruliga at liva teg inn í ferðafólkaleiklutin og fara á sightseeing við kanalbátunum ella dupultekkarabussunum?

Keypmannahavn hevur hópin av stuttligum søvnum, sum børnini eisini tíma við á, til dømis vokssavnið Tussauds ella savnið fyri Gunniess met. Tey flestu hava verið í Zoo og Tivoli, men stutt uttanfyri býin eru eisini fleiri minni kendar, men sanniliga spennandi stuttleikaparkir, til dømis Knuthenborg Safaripark, sum umframt djór eisini hevur nøkur meiri Tivoli-kend tilboð og Nordsjællands Sommerpark, sum millum annað hevur stórt upphitað vatnland. Har fáast lættliga dagar at ganga, meðan øll familjan hugnar sær.


Góð ráð og íblástur

Føroyski hátturin at ferðast uppá er ofta bara at fara avstað, og so taka tað, sum tað kemur. Men tað kann vera eitt gott hugskot at leita sær íblástur til ferðina á teimum mongu heimasíðunum, sum kunnu vísa á møguleikar, tit kanska ikki sjálvi høvdu hugsað um.

Tit kunnu millum annað fáa góð ráð um, hvar tit kunnu fara, um veðrið er gott, um veðrið er ringt, um tit ynskja wellness, um tit hava børn, um tit vilja shoppa ella njóta hvønnannan, ja, heimasíðurnar hava góð ráð og tipp, óansæð hvørji ynskini til ferðina eru.

Um tú bert nýtir eina løtu við telduna, áðrenn ferðin byrjar, kanst tú fáa eitt yvirlit yvir, júst hvussu tit kunnu leggja ferðina til rættis, soleiðis, at hon hóskar til tykkara tørv og ynski. Á heimasíðunum síggjast eisini spennandi tiltøk, sum kanska krevja, at tit keypa atgongumerki í góðari tíð. Spell at missa góðar upplivingar bert orsakað av vantandi planlegging.

Men óansæð um tú skalt savna tær tankarnar í einsemi, hugna tær við familjuni, stuttleika tær við vinfólki ella njóta makan, so hevur danski høvuðsstaðurin heilt víst okkurt spennandi at bjóða. Tað ræður bara um at leita øll tey góðu tilboðini fram. So tak av møguleikunum og royn okkurt ókent í Keypmannahavn. Tú fert neyvan at angra tað…


Heimasíður:

www.visitcopenhagen.com

www.danmarkguide.dk

www.aok.dk

www.bornibyen.dk