Eisini í hesum málinum vísti ákærin til innrættingina av plantaguni fyri at vísa á, at talan var um framleiðslu í longri tíð.
Funnar vóru 16 plantur í tí partinum av tvíhúsunum, har annar ákærdi búði, meðan níggju plantur vórðu funnar í hinum partinum av húsunum.
Hesin ákærdi hevði í rættinum sagt, at hann kendi einki til nakrar skunkplantur, tí hann hevði verið úti og siglt í tvær, tríggjar vikur, tá húsini vórðu rannsakað.
Hann helt tí, at tað var hin maðurin, sum hevði sett planturnar inni í hansara parti av húsunum, tí hesin hevði lyklar til húsini og nýtti brúsuna og frystiboksina hjá sær.
Hin ákærdi greiddi frá, at tað var hann, sum hevði sett hesar planturnar inni hjá hinum siglandi vinmanninum, og at tað tí var hansara skuld - hin maðurin var ósekur.
Hesin ákærdi segði eisini, at hansara plantur góvu millum 20 og 30 gramm av hassji fyri hvørja plantu.
Ákærin vísti á, at funnin vórðu eisini 483 hampfræ vórðu funnin, og tað var ákærdi mettur at vilja gera um til skunkplantur. Ákærin helt tað nevniliga vera rættiliga ósannlíkt, at talan var um eitt samlaraobjekt.
Hesinákærdi er áður revsaður fyri at smugla 200 gramm av hassji, og tað gav 40 dagar fongsul.
Ákærin helt ikki, at hin maðurin kundi sleppa undan skuldarskyldu, og at talan var um eitt professionelt vakstrarrúm. Hann mælti tí til 40-50 dagar fongsul.
Visti ikki av
Bjørn á Heygum var eisini verji hjá harðari ákærda manninum, og hann vísti til tað, hann segði í fyrra málinum um meðaltal fyri hassj og meðaltal av THC.
Hann vísti eisini á, at hansara klientur hevði tikið skuldina fyri planturnar inni hjá hinum ákærda á seg.
Hann vísti somuleiðis á, at tað fanst einki prógv yvirhøvur fyri, at ákærdi hevði havt ætlanir um sølu. Har var einki kommunikatiónsprógv um, at ákærdi seldi.
Hann segði eisini, at tað er fult lógligt at eiga hampfræ, og fyri tað um hann hevði havt fræ, var tað einki prógv fyri, at hann hevði ætlað at planta tey.
Julianna Klett var verji hjá hinum ákærda og hon vísti á, at planturnar vórðu plantaðar, meðan klientur hennara var úti og sigldi.
- Eg havi spurt meg fyri og havi fingið at vita, at planturnar vóru í mesta lagi 14 dagar gamlar og tað merkir, at klientur mín ikki var heima, tá tær vórðu plantaðar, segði hon.
Hon segði eisini, at tað tipsið, sum kom, bert gekk upp á hin ákærda, og als ikki hennara klient.
Juliana Klett segði, at hennara klientur var fullkomiliga ósekur og óvitandi um tær níggju planturnar.
Hon kravdi tí ákærda frídømdan.