– Tað var týdningarmiklari at hava húgvuna við enn sjálvt høvdið hjá mær. Tað er topphúgvan, sum selur.
Orðini eigur Jens Martin Kundsen. Føroyska málmanshetjan úr Landskrona er í dag 45 ára gamal, men søgan um bragdið tann 12. septembur í 1990 stendur frísk í minninum í Eysturríki. Jens Martin hevur í døgunum upp til landsdystin móti Eysturríki verið partur av einum filmsliðið, sum ger ein dokumentar um gerandisdagin í Føroyum.
– Tað er filmsframleiðslufelag, sum sær nakrar møguleikar í at fáa nakrar pengar til at gera ein dokumentar um dagliga lívið í Føroyum, greiður Jens Martin frá. Eyðkenda røddin hjá honum er tann sama, sum vit mangan hava hoyrt skrála á sínar spælarar til dyst. Hann er avslappaður og hóast dagurin hevur verið langur, so er hann fúsur at greiða frá.
– Tað er stórur áhugi fyri Føroyum í Eysturríki, men myndin tú hevur okkum her er, at vit eru amatørar, sum spældu móti yrkisspælarum og vunnu 1-0. Tað er tað. Ongin hevur hugt nærri at, hvat fólkini gera har og hvat er aftanfyri orðið amatørar. Tað er lætt nokk at gera sær eina niðurstøðu upp á teir 90 minuttirnar á vøllinum, sigur Jens Martin og livur seg inn í samrøðuna. Hetta er ikki ein maður, sum bara hevur sett seg niður at práta eitt sindur. Hann hevur nakað upp á hjartað og greiður víðari frá.
– Teir hava funnið fram til, at eg havi givið eina bók út. Tí brúka teir meg fyri at skapa áhuga fyri at fíggja dokumentarin. Tað er ein støða, har báðir partar vinna, sigur fryntligi málverjin.
Tað er ongin ivi um, at eysturríkar hava eitt serligt tilknýti til Føroyar og hendingina í Landskrona.
– Fyri teir er næstan leyst og liðugt. Teir hava fingið eina rúgvu av tilfari og allir teir stóru fjølmiðlarnir hava víst áhuga, sigur Jens Martin um dokumentarin hjá eysturríska filmsliðnum.
Kendasti maður í Wien
Jens Martin hevur verið í teimum flestu stóru bløðunum í Eysturríki hesa vikuna. Fjølmiðlarnir leita eftir eini øðrvísi søgu, meðan bíða verður eftir landsdystinum, sum verður í kvøld.
– Tað er lættari at fáa fatur á Zinedine Zidane og øðrum enn okkum frá Landskrona liðnum. Teir eru jú til dystir og annað allatíð. Tí var hetta serligt fjølmiðlarnir, sigur Jens Martin víðari.
Jens Martin var aftur í Eysturríki í 2008, tá føroyska landsliðið tapti 3-1.
– Tá vóru vit í býnum Graz og tað var nógv fokus á mær. Her í Wien er alt størri og tað er nógv annað at ganga upp í, men alíkavæl hevur áhugin verið stórur, sigur Jens Martin.
Hann er í dag eitt við hvítu topphúgvuna og tað hevur hann tað fínt við.
– Tað er tann søgan, sum selur. Tað eri eg avkláraður við. Tað eru nógvir málmenn, sum hava verið líka góðir sum eg runt í Evropa, sum ongin veit um í dag. Tað kemur av, at teir ikki hava havt eitt ella annað frámerki. So hví ikki brúka tað, tá tað ber til, sigur Jens Martin.
Kendir menn á barr
Í Landskrona stóðu teir í hvør sínum máli. Jens Martin Knudsen fyri Føroyar og Michael Konsel fyri Eysturríki.
Michael Konsel, sum í dag er nógv framm í fjølmiðlunum og hevur millum annað eina klummu, er ikki so bittur um dystin í Landskrona. Hann tók móti Jens Martini við einum stórum smíli, tá ein myndamaður hjá blaðnum vildi hava teir báðar á
mynd.
– Eg gjørdi eina samrøðu við ein av mest virdu ítróttarskrivarunum her í Eysturríki, og teir vildu so hava okkum at møtast. Tað var bara stuttligt, greiður Jens Martin frá.
Klumman hjá Michael Konsel, sum eitt skifti spældi við italska AS Roma, er á somu blaðsíðu sum samrøðan við Jens Martin. Í greinini skrivar Michael Konsel, at hann hevur havt tað verri eftir at hava tapt onkrar finalur, enn hann hevði tað eftir tapið í Landskrona.
– Hann var so mikið at sær komin, at hann heilsa upp á. Hann hevur eina klummu á somu síðu, har hann kann verja seg.
– Hann kennir seg eitt sindur illa og hann veit hví hann er her, men alla æru vert, at hann kom at heilsa upp á, sigur Jens Martin.
Blaðið verður prentað í umleið trimum milliónum eintøkum.
Ikki allar søgur sleppa við
Jens Martin gav í fjør út bók og hann heldur, at tað er týdningarmikið, at vit festa slíkar søgur niður á pappír.
– Tað er so lætt við søgum. Verður tað ikki niðurskrivað, so blívur tað vekk. Tað var eisini høvðusorsøkin til at eg fór í holt við bókina. Søgan er nógv størri enn persónurin Jens Martin. Hatta er ein tjóðarsøga, sum skal víðari. Hon er positiv. Hon flutti mørk og hevði hetta David og Goliath yvir sær. Eg havi eisini tapt nógv, men tann søgan selur ikki eins væl, sigur Jens Martin, sum gjøgnum samøðuna hevur fortalt onkran søgu, sum ikki slapp við í bókina.
– Tað eru vist fleiri søgur, sum ikki tola at koma í bólkina. Eg fór kanska um mark við onkrum av søgunum, men tað var sum so við vilja. Tað er ikki alt, sum fer í eina bók og tað er ikki alt, ið skal skrivast niður. Onkrar søgur eru betri, tá teir ferðast millum manna, sigur Jens Martin at enda og grínur.
Ikki fyrr enn hann fer út úr matstovuni gerast arbeiðsfólk greið yvir, at tey júst hava haft kendasta mannin í Wien á vitjan.
Tað er seint í Wien og Jens Martin skal víðari dagin eftir. Í lummanum hevur hann frámerkið, ið hevur gjørt hann til ein altjóða eyðkenda málverja, sum hevur givið Føroyum og føroyskum fótbólti síðu upp og síðu niður í eysturríksu bløðunum seinastu dagarnar.
Hetta ber til, tí nakrir mans valdu at taka kjansin og traðka inn í altjóða fótbólt fyri skjótt 23 árum síðani. Tí ein maður tordi at verða trúgvur móti sær sjálvum og móti altjóða rákinum, og lata seg í eina hvíta topphúgvu, sum mamma hansara segði at hann skuldi spæla í, tá hann var ein smádrongur.










