Kendi, danski drápsmaðurin, Palle Sørensen, er nú deyður. Hann var 90 ár nú hann doyði, skrivar bæði tv2 og Dr í dag.
Palle Sørensen varð tiltikin, tá ið hann skeyt fýra løgreglumenn í 1965, tá ið hann royndi at rýma undan løgregluni, eftir at hann, sjálvur annar, hevði brotið inn í eini hús í Keypmannahavn. Á veg heim, steðgaðu løgreglumenninir honum og tá dróg hann skammbyrsjuna og skeyt teir fýra politistarnar. Tað var eitt drápsmál, sum vakti stóran ans, og sum fekk drúgva umrøðu í fjølmiðlunum, tí fólk vóru so forfard um hendingina.
Hann varð dømdur at sita fyri lívið, men hann sat í gott 32 og eitt hálvt ár, so varð hann latin leysur aftur. Tað var í 1998 og tá var hann 71 ára gamal.
Síðani hann varð leyslatin hvur hann bú í einum eldrabústaði í Valby. Grannarnir vistu væl, hvør hann var, men hann helt seg fyri seg sjálvan, og tað var altíð drigið fyri hjá honum. Grannarnir siga við tv2, at tað var mest sjúkrasystirin, ið røktaði hann, sum kom á gátt hjá honum.









