Skeggið hjá Hera Schwarz Jacobsen hevur verið eitt av vørumerkjunum hjá føroyska rockbólkinum Boys In A Band. Men í gjárkvøldið var Heri rakaður. Tað byrjaði við práti millum vinir, men í gjárkvøldið gjørdist tað veruleiki. Tónleikarin við tí stóra skegginum, sum hevur verið eitt sereyðkenni fyri rockbólkinum Boys In A Band, lat seg í gjárkvøldið rakað.
Eini 35 fólk vóru savnað, tá ið tað kenda skeggið hjá Hera Schwarz Jacobsen mátti lúta fyri saksinum.
Tosað hevur verið um, at skeggið skal brúkast sum parykkur, og ivaleyst er nóg mikið av skeggi til at fjala ein lítlan mána.
Og Heri - ja, hann kann síggja høkuna hjá sær aftur. Og so er bara at vóna, at styrkin hjá Boys In A Band ikki var í skegginum...










