Talan var ikki um best eydnaðu donsku luttøkuna í endaspæli, tá EM varð spælt í Onglandi í 1996. Meira enn úrslitini, har Danmark noyddist at veittra farvæl eftir bólkaspælið, stóðu tvey sitat tó eftir í huganum. Táverandi venjarin, Richard Møller Nielsen og áleyparin, Mikkel Beck, fingu nevnliga sítt pláss í søguni, tá teir tosaðu um: »We have to screw down the expectations« og »I think we have to play with long balls«.









