Næstan 300, higartil fullkomiliga ókend, listaverk eftir stóra meistaran, Picasso, eru nú komin undan kavi í Fraklandi. Serfrøðingar meta, at listaverkini eru verd einar 450 milliónir krónur.
Tað er ein 71 ára gamal pensjóneraður, franskur elektrikari, sum hevur boðað frá, at hann eigur listaverkini og hann hevur vent sær til Claude Picasso, son málarans, at fáa hann at vátta, at tey eru ektað.
Elektrikarin, Pierre Le Guennec, hevur greitt frá, at hann arbeiddu nógv í húsum hjá Picasso, har hann setti ávaringarskipanir upp og í hesum sambandi hava bæði málarin sjálvur, men eisini kona hansara, givið honum øll listaverkini afturfyri.
Men tað trýr familjan hjá Picasso ikki upp á og tí hava tey meldað elektrikaran fyri stuldur.
- Hetta var pápasa lív og tað er heilt óhugsandi, at hann hevur givið so nógv listaverk burtur til ein og sama mann, sigur Claude Picasso.
Løgreglan hevur nú lagt hald á listaverkini ímeðan málið verður kannað.
Verkini, sum hald er lagt á, eru tekningar, málningar, vatnlitsmyndir, men so eisini onkrar uppskriftabøkur.
Millum verkini eru fleiri myndir av Olgu, konu Picasso og eisini ein vatnlitsmynd frá hansara bláa tíðarskeiði.