Kend operasongkona deyð

Heimskenda russiska operasongkonan Galina Vishnevskayia doyði í dag, 86 ára gomul.

Galina gjørdist kend fyri sína tulking av klassiskum og yngri verkum, og í 1966 varð hon kosin ársins tónlistarfólk í Sovjetsamveldinum. Í 1984 kom ævisøga hennara út í bók.

Galina Vishnevskayia var gift Mstislav Rostropovich (myndin), sum var kendur sum sannur snillingur á cello. Russiskir fjølmiðlar siga, at hon hevði trupulleikar við hjartanum tey seinastu árini.