Góður og aktuellur føroyskur tónleikur verður spældur live, tá ið Planet Awards 2011 verður hildið millum jóla nýggjárs.
Planet Awards er tiltak hjá Miðlahúsinum, sum heiðrar tey bestu í føroyskum tónleiki. Heiðurslønir verða lætnar til eitt nú ársins bólk, sangarar, songkvinnu og sang. Tilnevningarnar eru gjørdar av eini dómsnevnd, sum síðani saman við sms-atkvøðum velir vinnaran millum tey tilnevndu.
Planet Awards verður í ár hildið í Deep í Havn, og umframt handanir av heiðurslønum, fara eisini nøkur av teimum, sum hava verið nógv frammi í hesum árinum, at spæla live.
Aktuell nøvn
Páll Finnur Páll, sum mann verða ein tann best umtókti bólkurin í landinum, fer at spæla bæði til almenna Planet Awards tiltakið og til afterparty, sum verður eftir at allar heiðurslønirnar eru handaðar. Páll Finnur Páll góvu fyri kortum nýggja fløgu út, og fleiri av sangunum hava verið nógv at hoyrt í útvarpi síðani.
Lena Andersen er eisini fløguaktuell, og hon fer eisini at spæla nakrar sangir á Planet Awards. Jákup Eli Joensen hevur havt eitt hitt við sanginum Vanja, og hann kann eisini upplivast á pallinum í Deep. Høgni Reistrup fer eisini at spæla live.
Afturat hesum verður eisini onkur annar spennandi tónleikagestur við til Planet Awards.
Atgongumerki til tiltakið kunnu keypast í Tutl í Havn.