Listaframsýning
Hóskvøldið kl. 19 læt áhugaverd listaframsýning upp í kjallaranum í Orkis í Saltangará.
Framsýningin verður opin í vanligari upplatingartíð einar fjúrtan dagar fram.
Saman við listaframsýningini, sýnir Orkis eisini fram
sýnar nýggjastu vørur, sum júst eru heimkomnar.
Tey, sum sýna fram síni listaverk á hesi framsýningini, eru kendi leirvíksmálarin, Sámal Toftanes, Jóannes S. Hansen, Kára Løkin og Ketty á Fríðriksmørk.
Sámal, Kára og Ketty hava øll traðkað sínar "barnaskógvar" innan listina á kvøldskúla í máling og list hjá Jóannesi, sum bæði hevur undirvíst á Glyvrum, Fuglafirði og á Strondum.
Kaffi og tónleikur
Sjálvur plagar Jóannes at taka til, at kemur ein listamaður undan í hvørjari bygd, er nógv vunnið.
Tá ið ferniseringin var hóskvøldið kl. 19, spældu Jóannes S. Hansen og Monika Stauss á ávikavist harmoniku og violin og tey, sum hugdu framvið, fingu eisini okkurt at leska sær við.
Ætlandi vóru øll listafólkini við, tá ið framsýningin læt upp.
Einir 25 málningar verða við á framsýningini í Orkis, og teir eru allir til sølu.