Góður matur, góð ummæli og Michelin-stjørna ger ikki, at trøini vaksa inn í himmalin. Tað má í øllum førum Kadeau-matstovan í Danmark ásanna.
 Kadeau hevur eina matstovu á Bornholm og eina í Keypmannahavn, og nú er fíggjarstøðan í felagnum, sum rekur hesar báðar matstovur, so vánalig, at nýggir pengar mugu skjótast í felagið. Tað veit TV2 at siga. 
 Roknskapurin fyri 2016 vísti eitt hall á meira enn tvær milliónir krónur, og tað hevur sambært grannskoðara skapt óvissu um framtíðina hjá felagnum. 
 Stjórin í Kadeau Holding er tó sannførdur um, at matstovurnar fara at halda fram. Hann vísir á, at Kadeau gjørdi stórar íløgur í Keypmannahavn í fjør, og tí varð roknað við halli. 
 - Eg vænti, at vit innan stutta tíð hava avtalu við fleiri íleggjarar, sigur Rasmus Kofoed við TV2.
 Sangarin Lukas Graham hevur áður sett pengar í Kadeau. 









