Kend listafólk í Listaglugganum

Fjølbroytt samansett framsýning letur upp í dag kl. 16 í Listaglugganum í Dr. Jakobsensgøtu í Havn.

Við á framsýningini eru verk eftir m.a. I av Reyni, Steffan Danielsen, Sigrun Gunnarsdóttir, Zacharias Heinesen, Torbjørn Olsen og Eyðun av Reyni. Frá Listaglugganum verður sagt, at hesaferð eru tey sera heppin við at hava nógv góð verk eftir fleiri av okkara bestu listafólkum.

Um ólavsøkuna er møguligt at síggja framsýningina soleiðis: 27 juli kl. 16–20, ólavsøkuaftan kl. 16–22 og ólavsøkudag kl. 16–22. Eisini verður høvi at síggja framsýningina eftir ólavsøku í vanligari upplatingartíð hjá Listaglugganum.