Kend hús í Klaksvík verða helst til skrivstovur

Seinni í ár fæst ein greiðari mynd av støðuni

Myndina tók Pól Sundskarð

Tey kendu, gulu læknahúsini í Klaksvík verða helst til skrivstovur. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum. Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvørjar ætlanir eru við gulu læknahúsunum í Klaksvík. Hon vísir á, at tey eru í ringum standi. Nógv hevur verið tosað um, hvat húsini skulu brúkast til, men kortini er onki hent í málinum, sigur hon

 

Landsstýrismaðurin sigur, at ein fyriliggur um at umvæla húsini og gera tey til umsitingarbygning hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsið. Soleiðis kann umsitingin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi flyta úr starvsfólkabygninginum hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi í Gulu hús.

 

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at húsini kunnu verða sett í stand, so at tey verða væl egnað til fyrisiting. Talan er um at útvega 10 skrivstovupláss, fundarhøli, viðtaluhøli, arbeiðsklivar og skjalasavn.

 

Hann sigur, at ætlanin er at broyta húsini so lítið sum gjørligt soleiðis at dámurin á húsunum kann verða varðveittur.

 

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at á fíggjarlógini fyri í ár eru seks milliónir játtaðar til útbyggingar á Klaksvíkar sjúkrahúsi og í langtíðarætlanini eru fimm milliónir settar av næsta ár og 10 milliónir í 2023. Men játtanin í ár skal brúkast í ár, annars fellur hon burtur.

 

Hinvegin er eingin ávís upphædd markað til gulu húsini, men farið er undir arbeiðið at projektera ætlanina við Gulu húsunum. Tá ið hetta arbeiðið er liðugt, hava tey eina meting av, hvat tað fer at kosta og so kann málið leggjast fyri Løgtingið. Ætlanin er at leggja uppskot fyri Løgtingið í heyst, sigur landsstýrismaðurin.

 

Myndina tók Pól Sundskarð