Hondbóltskapping sum føroyingar kenna væl skiftir navn

Aftaná 54 ár fer kenda hondbóltskappingin Partille Cup í Göteborg í Svøríki at skifta navn

Gjøgnum 54 ár hevur talan verið um helst kendastu hondbóltskappingina fyri ungdómslið í øllum heiminum, og hava mong føroysk lið kappast í hesi summarkappingini.

 

Talan er um Partille Cup í Göteborg í Svøríki, men nú er løtan komin, at kappingin fer at skifta navn. 

 

Ein av høvuðsfyrireikarunum av kendu hondbóltskappingini, aðalskrivarin, Fredrik Andersson sigur í samrøðu við Göteborgsposten, at tey vilja hava eitt navn, ið betur vísir á risastóru støddina av kappingini, og eitt navn sum gevur kappingini størri status.

 

Tí fer kappingin framyvir at eita Partille World Cup, greiðir Fredrik Andersson frá. 

 

Kappingin byrjaði í 1970 upprunaliga í Partille, og hevur tí verið nevnd eftir Partille. Tað er felagið hjá Óla Mittún, IK Sävehof sum stendur fyri Partille World Cup.

 

Aftur í summar vænta tey 25.000 ungar hondbóltsleikarar at kappast í Partille World Cup. Teirra millum vera fleiri føroysk lið.