Kend fólk umborð

Vágbingurin Jón Dahl Joensen, maskinstjóri á risa ferðamannaskipinum Oasis of the Seas, fer mikukvøldið at greiða frá skipinum í fyrilestri. Skipið er stórt og í mangar mátar ein heimur fyri seg. Eittnú eru alskyns leiklista- og tónlistafólk og vitja umborð og vísa sínar dygdir, antin á ísi, á palli ella í vatni.

Kenda sangkvinnan Rihanna er ein teirra, ið hevur vitjað umborð og sang hon tá fyri teim ferðandi á Oasis of teh Seas. Myndin er frá framførsluni umborð.

Nevnast kann, at tá Oasis of the Seas fekk navn, vóru sjey gummur, ið góvu navn og bestu ynskir ? allar kendar sjálvandi. Ein teirra var Jane Seymour.

Fyrilesturin um Oasis of the Seas verður í Stóra Pakkhúsi í Vági mikukvøldið.