Eigarin av Café Natúr, Turid Samró, er ikki serliga prátingarsom, tá vit spyrja hana, hvør tað nú er, ið keypt hevur Cafe Natúr. Søgurnar eru farnar at ganga, og bæði Club 20, Poul Mikkelsen, Ingi Mohr og aðrir góðir menn hava verið nevndir sum keyparar.
Men sambært eigaranum er eingin teirra millum keypararnar.
Eg trúgvi ikki at nakar kann gita, hvør nýggi eigarin er. Hesi fólkini eru slettis ikki í bransjuni í dag, sigur Turid Samró.
Tú kanst siga, at hesi fólkini eru eins óroynd og eg, tá eg á sinni byrjaði við Cafe Natúr, sigur Turid.
Hon vil heldur ikki út við, hvørt tað er talan um føroyingar ella útlendingar.
Eg havi bíðað eftir røttu fólkunum at taka yvir og bera tað víðari í sama anda, sum eg havi gjørt. Tey eru nú funnin, men eg ætli mær ikki at gloppa munnin fyrr enn í fyrsta lagi hálvan august, sigur eigarin av mest umtalaðu cafeini í Føroyum seiastu tíðina.
Tá eru fjúrtan dagar til lykilin verður handaður teimum nýggju eigarunum.;rdi við sær, at Signar á Brúnni flutti 1,6 milliónir krónur til Sjónvarp Føroya úr gjaldføri landskassans. Kanningarstjórin skuldi gera av, um fyrisitingin í málinum var farin fram á lógligan hátt.
Týsdagin var Petur Even Djurhuus liðugur við kanningina, og niðurstøðan hjá honum var púra greið. Signar á Brúnni hevði einki ólógligt gjørt, tá hann gjørdi umstríddu flytingina til Sjónvarp Føroya. Alt var í samsvar við lógir og reglur.
So skuldi málið verið loyst, og Signar á Brúnni skuldi verið settur aftur sum landsstýrismaður. Men so einfalt gjørdist tað ikki.
Fyri næstan tveimum vikum síðani gav løgmaður Tórbirni Jacobsen handanarbrævið omanfyri bøgarðarnar í Kunoy. Við hesum var Torbjørn Jacobsen endaliga settur sum landsstýrismaður í mentamálum, eftir Tjóðveldisflokkurin á innanhýsis fundi varð vorðin samdur um, at nýggjur landsstýrismaður mátti setast fyri Signar á Brúnni.
Eftir situr so ein reinsaður og styrktur Signar á Brúnni, sum ikki sleppur aftur í landsstýrissessin, sum honum varð lovað, um hann varð reinsaður av kanningarstjóranum.