Kend fólk í føðingardegi

   

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Bill Clinton, er millum føðingardagsgestirnar hjá Mandela.
Fleiri kend andlit verða at síggja við føðingardagsborðið í Johannesburg, nú nelson Mandela fyllir 85.
Fyrverandi amerikanski forsetin, Bill Clinton, er ein av gestunum, og millum hini eru tónleikarar sum Michael Jackson, Bono, Stevie Wonder, suðurafrikansku sangararnir P J Powers og Yvonna Chake Chaka og kendi amerikanski sjónvarpsverturin Oprak Winfrey.
Tilsamans verða umleið 1.600 fólk í tí almenna føðingardagshaldinum í Sandton Convention Center í Johannesburg.