Flestu føroyingar munnu kennast við bókina Faroe Islands Today, har ein ljóshærd kvinna í føroyskum klæðum prýðir kápumyndina. Bókin er liður í eini útgávurøð, ið eisini umfatar bøkur um Grønland, Ísland og Hetland. Higartil eru bøkurnar komnar út hvør sær, men í august mánað er ætlanin at geva tær út sum samlað bókasett. Samstundis koma bøkurnar út í eini skúlabókaútgávu, sum verður latin øllum skúlum í umrøddu londunum.
Bøkur fyri friði
Tað er íslendingurin, Halldór Pálsson, sum gevur bøkurnar út á forlagnum Prentleikni ehf. Hann greiðir frá, at upprunaliga hevði hann sett sær sum mál, at geva ein slíka bók út um hvørt land í øllum heiminum. Tann uppgávan gjørdist tó truplari, enn hann hevði ímyndað sær, so í staðin setti hann sær fyri, at fáa bøkurnar um Vestnorðurlendsku londini út til so nógv fólk, sum yvirhøvur gjørligt. Tí hevur hann í fyrstu atløgu lagt seg eftir, at prísurin á bókunum er munandi lægri, enn vanligt er fyri bøkur av slíkum slag.
Næsta stig verður, at geva bøkurnar út sum skúlabøkur. Hetta fellur væl í tráð við avgerðina hjá Vestnorðurlandaráðnum um at skipa frálæru í folkaskúlunum um hesi londini við støði í felags frálærutilfari. Ráðið hevur í hesum viðfangi víst stóran áhuga fyri bókunum hjá Halldór Pálsson, sum sjálvur eisini sær aðrar og størri møguleikar í einum slíkum frálæruátaki.
- Eg eri rættliga sannførdur um, at flestu stríð í heiminum botna í vantandi vitan um hvønn annan. Jú fyrr børn læra um mentanina í øðrum londum, tess størri er eisini møguleikin fyri, at tey sum vaksin sýna virðing og forstáðilisi mótvegis hesum londum, sigur Halldór Pálsson, sum eisini hevur givið bókarøðini undirheitið ”Bindiliðið í friðarliga sambandinum millum lond”. Í løtuni sita tvey fólk á lærda háskúlanum í Reykjavík og skriva læraravegleiðingar til bøkurnar, sum eisini verða týddar til vestnorðurlendsku málini.
Javnan dagførdar
Eins og hinar bøkurnar í røðini, er Faroe Island Today skipað sum greinar, ið lýsa ymsar samfelagstættir. Greinarnar eru skrivaðar av serfrøðingum innan hvørt øki, og er hetta uttan iva ein av orsøkunum til, at bøkurnar eru so væl umtóktar, heldur Halldór Pálsson, tí tað gevur útgávunum stórt trúvirði.
Eisini verða bøkurnar dagførdar við jøvnum millumbilum. Eitt nú kom fyrsta útgávan av bókini um Føroyar út í 2006, og verður hon longu nú endurprentað í dagførdari útgávu.
Higartil er bókin seld í 20.000 eintøkum og verður hon nú endurprentað 12.500 eintøkum.