Kenan er toppskjútti

Tað gongur væl hjá fyrrverandi KÍ-áleyparanum, sum nú aftur er í donskum fótbólti.

Fyrrverandi KÍ-áleyparin, Kenan Hajdarevic, spælir nú við Brabrand í triðbestu donsku deildini, har felagið í løtuni er nummar tvey í bólki trý.


Tað gongur væl hjá bosniska framherjanum. Hann hevur skotið fimm mál fyrstu sjey dystirnar og er toppskjútti í Brabrand, og er næstbesti málskjútti í bólkinum.


Við samrøðu við bold.dk í dag sigur Kenan, at hann hevði tilboð frá feløgum í næstbestu deildini, tá ið hann vendi aftur til danskan fótbólt undan hesum kappingarárinum.


Hann sigur tó, at tilveran í Brabrand passar væl saman við lesnaðin, og at tað skal vera eitt rimmar gott tilboð, um hann skal umhugsa at fara úr Brabrand.


26 ára gamli áleyparin skeyt í fjør seks mál í 22 dystum fyri KÍ. Hann hevur áður spælt við Fredericia, AC Horsens og SønderjyskE, og hevur spælt 46 dystir í Superliguni.