Bretska stjørnan úr Uriah Heep, Ken Hensley, og hansara menn lenda eftir ætlan í Vágum í kvøld klokkan 20:30. Líkindini eru góð í Vágum, hann er eystan, einar 12 metrar sekundið. Í kvøld gongur leiðin til Havnar, har teir skulu hava eina venjing, og trína síðan á pall í Glitnir.
Kenneth William David Hensley, annars betur kendur sum Ken Hensley, hevur konsert í morgin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Legendariski Uriah Heep leiðarin kemur við egnum orkestri at spæla. Tá ið talan er um harðan rock frá tíðini, tá ið brimið fór brótandi úr Bretlandi, og dunið frá tungum trummum, gresjandi gittar-riffum, himmalskum hammond-tónum, bukandi bassi og síðhærdum skráli varð borið víða um lond, gerst tað ikki nógv størri enn hetta: Tí Uriah Heep var ein av teimum stóru í hesi flóðaldu av hørðum rocki, og høvuðsmaðurin í bólkinum var Ken Hensley.
Legendariski sangskrivarin, sum í 70unum skapti ódeyðiligar rock-klassikarar í hópatali fer gávumildur at frøa føroyingar við perlum burtur úr rúgvuni: Sunrise Stealin Lady In Black Free Me Proud Words The Wizard Easy Livin Look At Yourself Wonderworld When Evening Comes Wise Man July Morning ...
Alt sangir frá eini tíð, har verðin væl mundi síggja øðrvísi út, enn hon ger í dag, og tungur rockur veruliga merkti tungur rockur.










