Kemur tú við til Eldraleikir í Marghøllini í Vági?

Væl umtóktu Eldraleikirnir verða endurtiknir tann 29. august 2024 í Marghøllini í Vági. Hetta verður ein stuttligur, øðrvísi dagur, har vit kappast í liðum í ymiskum avbjóðingum.

Tað skrivar Tórshavnar kommuna í tíðindaskrivi:

 

– Vit kappast millum annað í at sláa seym, minnast ting, kasta og raka. Málið við degnum er fyrst og fremst, at vit skulu hava tað stuttligt.

 

Tú skalt ikki halda teg aftur, hóast tú møguliga ikki fært luttikið beinleiðis í øllum avbjóðingunum: Til tær flestu avbjóðingarnar skulu nøkur umboð úr liðunum luttaka, ímeðan restin “heppar”.

 

Skráin fyri dagin er hendan:

 

    8.45: Smyril siglir úr Havn

    10.45: Bussar koyra til Marghøllina

    11.30: Vit bjóða vælkomin, greiða frá degnum og hita upp 

    12-13.30: Postarnir verða avgreiddir

    13.45: Ábit

    14: Vit finna vinnararnar, fáa medalju og takka fyri dagin

    14.30-16: Páls høll er opin, og vit kunnu fara í brús, svimja, fara í hitapottar og tílíkt

    16.30: Bussar koyra aftur til Smyril

    17.30: Smyril siglir av Krambatanga

 

Vit hava bara pláss fyri 150 luttakarum, so tekna teg til dagin, ímeðan vit enn hava pláss.

 

Tú teknar teg til Eldraleikir við at senda ein teldupost til baram@bhs.fo við tínum navni, bústaði og telefonnnummari innan freistina 26. august 2024. Vit gera liðini, men um tú veitst onkran, sum tú fegin vilt sleppa á lið saman við, kanst tú viðmerkja tað í teldupostinum.

 

Tú frættir aftur frá okkum, tá ið tú hevur teknað teg.

 

Kostnaðurin er 200 krónur - alt íroknað uttan ferðaseðilin við Smyrli.