Avlopið hjá Sørvágs kommunu fyri árið 2011 var slakar 6 miljónir krónur størri enn mett.
Á regluliga bygdaráðsfundinum í Sørvágs kommunu, sum var mikukvøldið í hesi vikuni, varð roknskapurin fyri 2011 einmælt samtyktur.
Bygdaráðið hevði mett raksturin til 25.595.000 krónur, og roknskapartølini vístu 25.146.000 krónur ella 230.804 krónur minni enn ætlað.
- Ætlanin var at gera íløgur fyri 9.790.000 krónur. Tær vóru í staðin 10.732.000 krónur - ella slaka 1 miljón hægri enn mett.
Á heimasíðuni hjá Sørvágs kommunu verður sagt, at inntøkan varð mett til 29.420.000 krónur, men roknskapartølini vísa, at inntøkan var 35.030.000 krónur.
Sostatt er yvirskotið eftir rakstur 9.884.000 krónur í mun til 4.105.000 krónur, sum mett varð.
- Ella - við øðrum orðum var úrslitið slakar 6 miljónir krónur størri enn mett.
Borgarstjórin, Sune Jacobsen, sigur, at inntøkurnar, sum eru persónskattur, avgjøld av eftirløn og P/F-skattur, vóru væl hægri enn mett.
- Men, hetta kemur okkum øllum til góðar, leggur hann aftrat.
Nettoskuldin hjá Sørvágs kommunu var við árslok 12.925.000 krónur, sum er ein miljón krónur minni, enn borgarstjórin boðaði frá í nýggjársskrivi.