Monika hevur verið á summarlegu áðrenn. Einaferð í Nesvík og tvær ferðir í Zarepta. At hon kom aftur til Nesvíkar í ár, var tí henni dámdi væl í fjør.
Hvat er tað stuttligasta á leguni?
- Eg veit ikki heilt. Men at ríða hest, var stuttligt, sigur Monika, hóast hetta ikki er fyrstu ferð hon ríðir hest. At súkla, sigla og gera ítriv hevur eisini verið stuttligt, sigur hon.
Monika dámdi eisini sera væl á teimum legunum, hon hevur verið á í Zarepta, men hon heldur at har vóru ov nógv av bíbliutímum og møtum.
Hvat er keðiligt á leguni her?
Monika dugir ikki at siga nakað beinleiðis keðiligt á leguni. Sjálvt um tað er langt heim til Vágs, so leingist Monika ikki. At hon hevur eina vinkonu úr Vági við sær hjálpir eisini.
Eru eingir fittir dreingir á leguni?
Monika hyggur at hinum gentunum, sum eru rundan um, og tað verður eitt rættiligt gentufnis. Hon ristir við høvdinum sum svar, meðan kjálkarnir so spakuligt byrja at fáa sín vanliga lit aftur.
Monika hevur annars dámt so væl á leguni, at um møguligt ætlar hon sær á legu aftur.