Kemur ikki uppá tal at hækka yvirmannapartar

- Vit halda gjørdar avtalur, men tað kemur ikki uppá tal at hækka yvirmannapartar. Onkrir eiga heldur at lækka, sigur formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Jákup Sólstein

Sáttmálastríð 

Formaðurin í Føroya Reiðarafelag hevur onga viðmerking til tað, sum formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, Ellintur M. Abrahamsen, førir fram um, at tað ikki hevur borið til at samráðst við reiðarafelagið, síðan Jákup Sólstein gjørdist formaður í felagnum fyri umleið 10 árum síðan.
  - Nei, hatta havi eg onga viðmerking til, men vil bara staðfesta, at Føroya Reiðarafelag heldur gjørdar avtalur.
  Jákup Sólstein sigur, at tað kemur ikki uppá tal at hækka nakrar yvirmannapartar, men vísir á, at onkrir heldur eiga at lækka.
  Hann sigur, at tá ið tað eftir seinastu sáttmálasamráðingar vísti seg, at nakrar skrivivillur og orðingar vóru skeivar í sáttmálanum, fingust hesi viðurskifti uppá pláss við hini manningarfeløgini beinanvegin, men ikki við Føroya Skipara-og Navigatørfelag.
  - Tað vóru eingir trupulleikar at greiða hesi viðurskifti við hini manningarfeløgini, men tað vísir seg vera ómøguligt at gera avtalur við Føroya Skipara-og Navigatørfelag, sigur Jákup Sólstein.
  Hann vísir á, at reiðarafelagið kortini hevur avroknað eftir gomlu skipanini - eisini seinastu fýra árini, síðan seinasti sáttmáli varð undirskrivaður í januar 1999.
Flotin liggur

Nú verkfall er, liggur at kalla allur fiskiflotin.
  - Einastu skip, sum eru til fiskiskap, eru nøkur rækjuskip, sum royna í Eysturgrønlandi og á Flemmish Kap; annars liggur allur flotin.
  Formaðurin í Reiðarafelagnum sigur seg ikki duga at meta, nær ein loysn á trætuni kemur í ljósmála, men ásannar, at einki samband hevur verið millum partarnar, síðan samráðingarnar slitnaðu, 18. desember.