Herfyri svaraði landsstýrismaðurin við landbúnaðarmálum um hendi, Høgni Hoydal, fyrispurningi frá Kristionnu Winther Poulsen viðvíkjandi hvørsmansrætti og tilvildarligum gjøldum fyri fering í haga og fjøllum.
- Fyrst av øllum má eg sláa fast, at tað er ovurstórur tørvur á at fáa greiðar reglur og skipað viðurskifti á økinum við ferðing í haga og fjøllum, sigur Høgni Hoydal.
Tað er eitt rættiliga stórt arbeiði, sum skal til, áðrenn veruligar broytingar kunnu setast í verk á økinum. Eitt nú skulu galdandi rættarreglur og søguliga undirstøðið undir reglunum lýsast.
- Praksis skal lýsast fyri ymsu partarnar av landinum. Rættarreglur um gongd í óbygdum økjum í londunum kring okkum skulu lýsast. Avbjóðingarnar fyri umhvørvið skulu lýsast. Ivaspurningar viðvíkjandi umsitingini av gjaldi, eins og markamótið við ognarrættin og spurningar um ognartøku mugu lýsast, sigur hann, men væntar tað vera gjørligt at fáa útvegað heimildir fyri at seta reglur, sum kunnu fremjast í komandi tingsetu.
Landsstýrismaðurin tekur tó ikki undir við, at eigarar og festar av hagunum eru farnir at seta tilvildarligar gjaldskipanir fyri atgongd til hagan.
- Landið eigur at hava greiða heimild at seta reglur fyri, um og hvørji gjøld kunnu takast fyri at ferðast í føroysku náttúruni, svarar landsstýrismaðuin Kristionnu Winther Poulsen.
Tó at sjónarmiðið hjá Høgna Hoydal er, at tað skal vera ein grundleggjandi rættur hjá føroyingum at ferðast í egnum landi og í føroysku náttúruni, metir hann at skipað gjøld eru upp á sítt pláss.
- Tað skal sjálvsagt vera gjørligt hjá fólki í ymsu bygdunum og plássunum kring landið, vinnurekandi og bóndum at taka gjøld fyri ítøkiligar tænastur og ferðatilboð og at reka ferðavinnu, sigur hann.
Í mun til hvørsmansrættin, verður tað eitt størri átak, sum skal til, fyri at fáa kabalina at ganga upp, metir Høgni Hoydal.
- Hetta er ein sera prinsipiellur og løgfrøðiliga stórur spurningur, og kann tí neyvan gerast í eini handavending uttan gjølla viðgerð, samstundis sum tað skal vera politisk undirtøka fyri tí, sigur hann.