Økisdepilin til sinnisveik verður klárur at taka í nýtslu 1. mai. Men kortini fer hann at standa tómur til í heyst, tí tey hava ikki ráð at taka fólk inn at búgva. Tað upplýsti Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum í Løgtinginum beint nú.
Økisdepilin verður bygdur í sambandi við nýggja ellis- og røktarheimið og hann verður klárur at taka í nýtslu 1. mai.
Men Rósa Samuelsen sigur, at av tí, at ógreitt hevur verið, nær hann kundi lata upp og ógreiða var eisini um, hvør málbólkurin skuldi vera, sum skuldi búgva har. Tí varð avgjørt at bíða við at taka fólk inn til í september ella oktober.
So tað verður ikki fyrrenn tá, at búfólk so líðandi fara at verða tikin inn á økisdepilin at búgva.
Hon segði annars, at um tríggjar vikur er ætlanin at søkja eftir leiðara til økisdepilin og hann skal so eisini vera við í víðari tilgongdini.