Kemur Anna víðari?

Í nýggjasta brellbitanum fyri X Factor, hava framleiðararnir varpað ljós á Annu Nygaard og stórt spurnartekin verður sett við, um hon kemur víðari í kappingini. Remee hevur áður sagt, at hansara heilt stóra ivamál er, um hansara luttakarar veruliga vilja tað, sum teir nú eru farnir undir.

? Eg tími ikki at geva møguleikan til onkran, sum ikki hevur uppiborið tað, sigur hann avgjørdur í videobrotinum.

Áðrenn Anna fer inn at syngja fyri Remee og Thomas Troelsen, framleiðara og sangskrivara, sum Remee hevur fingið at hjálpa sær, spyr vertur fyri sendingina Annu, um hon er klár. Anna svarar játtandi, at tað er hon.

 

Innslagið endar við, at Remee sigur, at hann vildi so gjarna geva Annu henda møguleikan, men har er bara eitt pláss eftir. Spurningurin er tí bara, um Anna var klár og tók av møguleikanum, ella um onkur annar fekk síðsta plássið.

 

Brellbitin fyri X Factor-sendingini í kvøld sæst á heimasíðuni hjá DR.