Kempur hittast á søguligari grund

Fótbóltssøga verður skrivað Mentanarnáttina hjá Tórshavnar Kommunu tann 5. Juni. Tá hittast fleiri av gomlu og nýggju kempunum í føroyskum fótbólti til Túnabólt á søguliga leikvøllinum í Gamla kommunuskúlagarðinum

Fótbóltur og Rørsluár

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Mentanarnáttin verður dagur í viku hjá fótbóltsglaðum føroyingum.

Frá morgunstundini verður skipað fyri gøtufótbólti, eisini nevnt Túnabólti, tá næmingar úr sættu og sjeyndu flokkunum í Tórshavnar Kommunu mynstra til dyst á Vaglinum.

Hetta verður fyrrapartin, og er í samband við at Tórshavnar Kommuna fyllir 100 ár, at rørsluár er skipað kring landið og at Tórshavnar Kommuna heldur Mentarnarnátt sama dag.

Um kvøldið verður tó stórur dagur í føroyskari fótbóltssøgu. Tá Mentanarnáttin er sett klokkan 18, verður aftur byrjað við gøtufótbólti, og tá verður ein røð av spennandi dystum við leikarum frá fleiri av søguligu liðunum í føroyskari fótbóltssøgu.

Leikararnir verða úr hesum søguligu liðunum:

• 66 liðunum hjá KÍ og HB

• HB og TB liðunum í 70-unum

• ÍF liðinum frá 79

• GÍ liðunum fyrst í 80-unum og 90-unum

• B68 liðinum frá 1992

• KÍ liðinum frá 1991 og 99

• B71 liðinum frá 1989

• HB liðinum frá 90-unum og 2002-2004

• VB liðinum frá 2000

• B36 liðinum frá 1997 og 2001

• Kvinnuliðunum hjá HB og B36 frá 90-unum

• Kvinnuliðunum hjá AB og KÍ í dag


Tað verða eldri dómarar, ið leiða dystirnar í Gamla Kommunuskúlagarði á Vaglinum mentanarnáttina 2009. Endamálið við hesum fótbóltskvøldinum er at minnast gamlar dagar, og at síggja, at sjálvt um man er farin um bestu fótbóltsár, so ber enn til at spæla fótbólt.