Kempan sovnað aftur

Tað er synd at siga, at tað hevur gingið væl hjá Leeds United, síðani Gary McAllister tók yvir sum managari eftir, at Dennis Wise rættiliga knappliga tók við sum »sports director« í Newcastle, tá Kevin Keegan gjørdist managari har

Níggju dystir við McAllister við róðrið hava einans ført 10 stig við sær (av 27 møguligum), og ímillum mótstøðuliðini hava verið fleiri í tyngra endanum av deildini. Leeds byrjaði við minus 15 stigum, men hetta varð skjótt vunnið inn aftur, ikki minst tí at 7 teir fyrstu dystirnir vórðu vunnir. Og áskoðaratalið er nakað, sum fleiri Premier League lið munnu øvunda Leeds. 32.500 sóðu lokalderby’ið móti Huddersfield, so tað er ikki stuðulin, sum vantar. Í løtuni eru tvey stig upp til eitt play-off pláss, so tað kann saktans náast, meiri ræðandi er formurin hjá liðnum, nú tað einans resta níggju umfør av kappingini. Seinast fingu teir bert javnleik móti botnliðnum Port Vale, gamaní á útivølli. Men tað er ikki formur, tú ynskir at vera í, vinnur tú fram til play-off dystir. So tað sær út til, eftir eina hugaliga byrjan, at gamla kempan er sovnað aftur.