FÓTBÓLTUR
Einar Tróndargjógv Hansen var ein av teimum, ið fekk afturval frá Brian Kerr, hóast hann ikki stóð so øgiliga sterkur í myndini í dystinum í Graz leygarkvøldið. Men ikki kann sigast annað, enn at Einar takka fyri álitið og fekk víst, at hann framvegis er eitt gott boð upp á ein vinstra bakk á landsliðnum mong ár fram í tíðina.
– Eftir Eysturríkisdystin høvdu vit sett okkum fyri, at vit skuldu vísa, at hetta kundu vit gera betri, og tað var fantastiskt at síggja allar, segði Einar eftir dystin, tá hann um alt andlitið strálaði sum ein sól, so fegin var hann um sigurin og avrikið.
– Sjálvur eri eg glaður fyri, at eg fekk víst venjaranum, at eg var betri enn tað, eg vísti í Eysturríki. At vera við landsliðnum og umboða Føroyar er altíð ein stórur heiður, og at vera við til hetta í dag, er bara heilt fantastiskt.
Tættari saman
Einar sigur, at tað var sera stuttligt at spæla í fyrra hálvleiki, tá fleiri kjansir spurdust burturúr og tað eisini eydnaðist at koma á odda 2-1 og halda tað til hálvleiks. Men hann treivst so sanniliga eisini á vøllinum eftir steðgin, tá tað mest ráddi um at binda fyri.
– Í seinna hálvleiki lótu vit teir fáa spælið, og so kempaðu vit bara sum svakir. Tað riggaði væl hjá okkum, staðfesti bakkurin, ið einki hevði ímóti at spæla landsdyst á grasinum á Svangaskarði, heldur enn á Tórsvølli.
– Eg havi ikki so nógv at samanbera við, tí hetta er fyrsti dystur hjá mær á Svangaskarði, men at vøllurin er minni og kompaktari, ger tað lættari hjá okkum. Vit vóru tættari saman og arbeiddu sum hestar allan dystin á tamb.