Kempaðu meira

Sámal Joensen hjá VÍF var ikki í iva um, hvat tað var, sum gjørdi, at teir nú aftur eru einsamallir á odda, eftir at tapið móti H71 í fyrstu atløgu kostaði tann heiðurin.

- Vit kempa meira í dag. Vit eru svakir í verjuni og koma út at tackla teir. Tað gevur okkum møguleikan til nøkur skjótálop, og so vinna vit, segði hann eftir dystin í gjár.

Og tit koma eisini heilskapaðir úr tveimum førum, har tit í góða løtu spæla við tveimum í undirtali?

- Ja, tá má mann so bara taka tað róligt, og lata hinar um at fremja mistøkini. Ofta skjýtur tú ov skjótt í yvirtalsstøðum, og tað gjørdu teir nakrar ferðir í dag.

Sigurin ber væl eisini við sær, at tit nú aftur trúgva enn meira upp á finalumøguleikan?

- Sjálvandi. Vit hava nú 16 stig, og tað er so meira, enn nakar annar hevur. So hví skulu vit ikki trúgva upp á tann møguleikan, sigur Sámal Joensen.