Ein av mongu ungu andlitunum á liðnum hjá H71 er Dánjal Tórgarð. Og hann helt fyrst og fremst, at tað var stríðsviljin, sum gjørdi, at teir fingu eitt stig burtur úr dystinum.
- Vit kempa alla tíðina. Og sjálvt um teir eitt skifti vóru seks mál frammanfyri, so geva vit ikki upp. Hartil tóktist tað, sum orkaðu vit betri enn teir seinastu løtuna.
Nú er H71 eitt rættiliga nýtt og óskrivað blað í ár. Hvussu langt rokna tit sjálvir við, at tit kunnu røkka?
- Tað hugsa vit slettis ikki um. Vit taka ein dyst ísenn, og so royna vit at gera okkara besta hvørja ferð. So fáa vit at síggja, hvussu langt tað fer at røkka til endans.